Bill ætlar sær trý stig, Ábraham minst eitt stig

B68 tekur imóti ÍF á Svangaskarði klokkan 17.30 í dag Í dag klokkan 17.30 verður tann fimti dysturin í fyrsta umfarinum í vodafonedeildini spældur á Svangaskarði á Toftum. Dysturin er ein eysturoyaruppgerð millum B68 og ÍF.

 

Í fjør gjørdist talan um ein sigur í part, triðji dysturin í vodafonedeildini millum B68 og ÍF endaði við javnleiki.

 

- Vit hava verið eitt sindur skaðaplágaðir í uppstartinum til kappingina, men nú eru teir flestu tøkir, sigur Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá B68 í stuttari viðtalu við Rás2.

 

- Bogi Løkin er eitt sindur skaddur enn, og er tí ikki klárur til dystin í kvøld, annars eru allir menn klárir, uttan Andy Olsen, sum er langtíðar skaddur, sigur Ábraham Løkin, venjari hjá ÍF í stuttari viðtalu við Rás2.

 

Spurdir um hvat liðini fara eftir í dystinum, er Ábraham Løkin eitt sindur meira varin, enn Bill McLeod Jacobsen: - Vit hava eitt stig tá vit fara inn á Toftir, og tað stigið ætla vit at hava við okkum inn aftur til Fuglafjarðar. Heimavenjarin stílar hægri, og sigur, at B68 ætlar sær øll stigini í kvøld.

 

Eiler Rasmussen dømir dystin millum B68 og ÍF í kvøld.