Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Innlendismálum, at svara, hvussu langt tað er komið við at gera avtalu við P/f Skálafjarðatunnilin, og hvør tilgongdin er í málinum. Hann vil somuleiðis vita, hvørji útlitini eru fyri, at P/f Skalafjarðatunnilin megnar at finna fígging til ætlanina, nú størsti bakkurin er burtur, og um P/f Skálafjarðatunnilin ikki megnar at fremja ætlanina, hvør ætlanin so er hjá landsstýriskvinnuni.
Løgmaður segði í løgmansrøðuni á ólavsøku, at ?avtala verður nú gjørd við P/f Skálafjarðatunnilin, og gongst sum ætlað, verður koyrandi undir Tangafjørð í 2016.?
Ætlanin hevur fingið eitt ógvusligt skot fyri bógvin, nú Eik Banki fór undir kong. Ætlanin um ein tunnil undir Tangafjørð er tann týdningarmesta ætlanin í okkara framtíðar undirstøðukervi. Alt samfelagið bíðar eftir, at ætlanin verður sett í verk, tí gagnið av henni er so ómetaliga stórt. Tøgn hevur valdað um ætlanina seinastu tíðina, og tíðin er við at renna út fyri partafelagið Skálafjarðartunnilin. Tí vil Bill Justinussen vita, hvar ætlanin liggur just nú, og hvussu tað sær út frameftir, boðar hann frá í skrivi, sent fjølmiðlunum.