Bill spyr um Alv

Til tingundin komandi mikudag hevur Bill Justinussen sent landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm, fyrispurning um Alv-skúlan.
Tingmaðurin vísir á, at stór ónøgd er millum næmingar, avvarðani og lærarar á skúlanum ? og millum fólk sum heild ? um avgerðina hjá stýrinum um at seta stjóran frá uttan eyðsýniligar grundgevingar, sum hann málber seg.
Bill Justinussen metir ikki, at almenningurin hevur fingið nóg stórt innligt í málið, og biðjur landsstýrismannin um eina góða frágreiðing um málið, um hann ikki beinleiðis vil taka stig til at fáa viðurskiftini á skúlanum í rættlag. Spurt verður um, hvørt landsstýrismaðurin er nøgdur við ótryggu støðuna á Alv-skúlanum. Um landsstýrismaðurin hevur fult álit á stýrinum fyri skúlan. Hvørja meinin landsstýrismaðurin hevur um, at stjórin á skúlanum brádliga varð uppsagdur. Um landsstýrismaðurin kennir grundgevingarnar fyri uppsøgnini Um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at fáa fráfarna stjóran aftur í starv. Um landsstýrismaðurin ætlar at kanna, hvørt fíggjarligt óreglusemi er framt at stýrinum fyri skúlan. Og um landsstýrismaðurin heldur, at almennu Føroyar hava rætt til innlit í málið, nú talan er um almennan stovn.