Bill spyr Høgna um fiskivinnunýskipan

Bill Justinussen, løgtingmaður fyri Miðflokkin, hevur sett Høgna Hoydal, fiskimálaráðharr ein munnligan fyrispurning, ið kemur fyri mikudagin.

 

Bill Justinusen vil hava at vita um fiskirættindini og hvat fiskimálaráðharrin ætlar við nýskipanini.
Herfyri frættist, at nýskipanarbólkurin ætlar at 100% skal um uppboðssølu og tað hevur tikið nógv á bólið.

 

Bill Justinussen spyr nú Høgna Hoydal um tað passar, at alt skal seljast á uppboðssølu.

 

Eisini vil Bill Justinussen hava at vita, um tað er nakar vandi fyri, at verandi rættindishavarar koma at missa síni núverandi rættindir undir nýggju skipanini og til seinast vil tingmaðurin eisini hava landsstýrismann at svara uppá, um aðrar tjóðir bjóð síni rættindi út á uppboði á henda hátt.

 

Spurningurin hjá Bill Justinussen kann lesast í fullum líki her.