Bill skal venja ungdómin á Toftum

B68 hevur sett 31 ára gamla Bill McLeod Jacobsen sum ungdómsvenjara

Fótbóltur

31 ára gamli klaksvíkingurin hevur í fleiri ár verið partur av venjaraliðnum kring yngru landsliðini hjá FSF, og fyrr í ár hevur hann eisini vant dreingjalið í B36.
Á Toftum verður hann maðurin, sum skal samskipa venjingina kring yngru lið felagsins, og hartil skal hann eisini venja næsta besta liðið hjá B68, sum í ár spælir í 2. deild.
B68-formaðurin Niclas Davidsen sigur, at felagið fegnast um at hava gjørt avtalu við klaksvíkingin.
- Tað er umráðandi fyri felagið at hava ein væl skikkaðan persón, sum hevur høvuðsábyrgdina av allari ungdómsvenjingini í felagnum.
- Vit hava nógvar góðar venjarar, men tað er sera umráðandi at hava ein, sum bæði hevur høvuðsábyrgdina og er førur fyri at geva hinum venjarunum íblástur. Tað hevur sjálvsagt stóran týdning, at umstøðurnar hjá venjarunum eru so góðar sum yvirhøvur gjørligt," sigur Niclas Davidsen á heimasíðuni hjá B68