Bill og konufólkini

Bill Justinussen førdi í farnu viku av tingsins røðarapalli fram, at søgulig fakta eru syrgilig, tá ið talan er um kvinnur í politikki. Tí har sum kvinnur hava verið uppií, hava verið tiknir upp spurningar sum liberalisering av rúsdrekkalóggávu, 266b og fosturtøka. Í sama viðfangi sigur hann seg vera øgiliga ivasaman í, um tað altíð er rætt at fáa kvinnur at taka lut í politikki

Siðspilla?

Um spurningar sum liberalisering av rúsdrekkalógini, menniskjarættindi hjá minnilutabólkum og politisk viðgerð av fosturtøkulóggávuni, ið er frá 1959, veruliga eru skaðiligir fyri okkara samfelag, má hvørt einstakt menniskja taka støðu til. Sjálv eri eg sannførd um, at slíkir spurningar eru viðkomandi fyri nógv menniskju, sum búleikast ella ynskja at búleikast í Føroyum. Og at politikarar eru, sum taka hesar spurningar upp til viðgerðar, er eitt tekin um, at politiska kjakið gerst alt fjølbroyttari og í alt betri samsvari við okkara samtíð og við tað, sum rørir seg í einum samfelag í 21. øld.

 

Álvaratos ella ørvitistos?

Tað er ikki hvørt gildi, tú skalt fara til og hvørt orð, tú skalt svara til! Útsøgnir sum tann hjá Bill Justinussen um, at konufólk í politikki standa fyri eini vandamiklari politiskari kós, eru ikki eyðsæddar at svara uppá, tí at tær eru so burturi úr vón og viti, at her flættast ikki við.

Vit sóu í Degi og Viku mánakvøldið 27. oktober, at bæði Bill Justinussen sjálvur og konufólk í Miðflokkinum bóru í bøtuflaka fyri tí, sum hann hevði ført fram av tingsins røðarapalli 22. oktober. Spurningurin er, um hetta merkir, at eingin orsøk er til at taka tað, sum Bill Justinussen sigur í tinginum, í álvara.

 

Kamartónin

Okkara háttvirda løgting hevur eina tingskipan, har ásett er, hvussu arbeiðið í tinginum eigur at fara fram. Sambært hesi tingskipan er ein av uppgávunum hjá formanninum at ansa eftir, at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig. Vanliga fáa tingfólk átalu, tá ið tey av tingsins røðarapalli gera so álvarslig mistøk sum at umtala onnur tingfólk við fornavni ella venda sær beinleiðis til onnur tingfólk uttanum formansskapin. So tað undrar stórliga, at ikki eitt kis var at hoyra haðani eftir orðafloymin frá Bill Justinussen, sum eftir mínum tykki var alt annað enn virðiligur.

 

Javnstøða – eisini í politikki

At útsøgnir, sum seta spurnartekin við politiska førleikan og moralska skynið hjá føroyskum konufólki, sleppa óátalaðar gjøgnum formansskapin, sigur okkum ein heilan hóp um arbeiðsumstøðurnar hjá hinum kyninum á Føroya løgtingi. Og tað sigur okkum enn meira um, hvussu stóran týdning javnstøða millum kyn hevur í politikki.

Við øktari javnstøðu í føroyskum politikki fáa slíkar avoldaðar og niðrandi útsøgnir eitt skikkað mótspæl. Slíkt mótspæl er neyðugt, soleiðis at karmarnir um føroysku tilveruna kunnu mennast fyri at rúma øllum teimum menniskjum og øllum teimum viðurskiftum, sum skulu til, fyri at vit sum land og sum fólk við fortíðini sum grundarlagi skulu megna at lofta samtíðini fyri at koma væl inn í framtíðina.

 

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini