Báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum, Bill Justinussen og Jenis av Rana, siga nú kortanei til at krevja gjald frá sjúklingum, sum eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsunum.
Teirra egni landsstrismaður, Karsten Hansen, gongur annars við ætlanum at fáa heimild til at krevja gjald fyri sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsunum, men sum ikki kunnu útskrivast, tí at teir ongastaðni hava at fara.
Vanliga fatanin hevur verið, at hesi fólkini skulu sjálvi rinda eina upphædd um dagin, verða tey noydd at verða liggjandi á sjúkrahúsunum, eftir at tey eru liðugt viðgjørd, tí tey ongastaðni hava at vera.
Ì uppskotinum, Karsten Hansen hevur sent til hoyringar, stendur, at verður lógarbroytingin samtykt, er ætlanin at tilevna eina kunngerð um gjald fyri uppihald fyri sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir.
Tað stendur eisini, at ætlanin er at áseta eitt líknandi gjald, sum fyri liðugt viðgjørdar persónar á Psykiatriska deplinum.
Sjúklingar, sum verða liggjandi á psykiatrisku deild, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir, tí teir onganstaðni hava at fara, rinda einar 180 krónur um dagin.
Men nú leggja øll trý politisku umboðini hjá Miðflokkinum dent á, at soleiðis skal tað ikki skiljast.
Karsten Hansen sigur, at hetta snýr seg bara um at fáa heimildina at krevja gjald fyri hesar sjúklingar, men hann sær fyri sær, at rokningin kann verða send Almannamálaráðnum, sum hevur ábyrgdina av hesum fólkunum, ella kommununum.
Men 180 krónur um dagin er bara ein viðfáningar av tí, ein sjúkrahússong kostar, hví so ikki skriva fulla rokning?
Karsten Hansen sigur, at tað er heldur ongin avgerð tikin um, hvussu stórt gjaldið skal vera, men ætlanin er ikki at revsa nakran, ella leggja trýst á nakran, tí í Almannamálaráðnum gera tey eisini sítt ítarsta innanfyri teir fíggjarligu karmar, sum eru.
Jenis av Rana, at tað kemur ikki upp á tal við Miðflokkinum í samgongu, at sjúklingar skulu sjálvir gjalda fyri at liggja á sjúkrahúsinum.
- Fyri tað um eitt mistak er gjørt á psykiatriska deplinum, skal tað ikki endurtakast í restini av heilsuverkinum.
Hann sigur, at kemur landsstýrismaðurin við einum slíkum uppskoti, fáa tey ein álvarsligan innanhýsis trupulleika í Miðflokkinum.
Hann heldur kortini, at tað er rætt at taka gjald fyri teir sjúklingar, sum liggja á sjúkrahúsi, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir.
Men rokningin skal sendast almannamálaráðnum og hon skal vera nógv størri enn 180 krónur um dagin, so at Almannamálaráðið fyri at fáa ráðið at útvega hesum fólkum virðiligar umstøður.
Bill Justinussen hevur hug at geva stjóranum á Landssjúkrahúsinum skyldina.
- Hevði hann hugsað seg um, hevði hann sagt sum var,at almannaverkið og kommunurnar eiga trupulleikan, so verður rokning send, skal hon sendast hagar.
Hann leggur dent á, at hvørki landsstýrismaðurin ella sjúkrahússtjórin hava heimild at krevja gjald fyri hesar sjúklingar.
Bill Justinussen staðfestir, at sostatt má landsstýrismaðurin í Løgtingið við málinum og har fær hann ikki undirtøku fyri at leggja brúkaragjøld á gomul fólk, sum í veruleikanum eru heimleys, um tey verða útskrivað.
Les annars meiri her: msm.portal.fo/index.php









