Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, kann ikki hugsa sær, at flokkurin fer í tvíningar av málinum um Eysturoyartunnilin.
Annars eru teir báðir løgtingsmenninir hjá flokkinum grundleggjandi ósamdir um tunnilsætlanina.
Í gjáramorgunin fortaldi Bill Justinussen fyri www. in.fo, at hann er ómataliga misnøgdur við, hvussu floksformaðurin í Miðflokkinum ”hevur tíggjað sær”, sum hann málbar seg.
- Eysturoyartunnilin er mítt hjartamál og eg taki tað rættiliga persónligt, at Jenis Rana gongur á odda at fáa landsstýrismannin, sum hevur lagt málið til rættis, úr starvi og samstundis er farin í part við andstøðuni í hesum máli, segði Bill Justinussen.
Tí umhugsar hann nú sína støðu í Miðflokkinum.
Jenis av Rana sigur, at hann visti ikki av, at Bill Justinussen var so ónøgdur.
- At eg ikki taki undir við privata tunlinum, hevur verið alment í fleiri vikur og í hesum máli eru landsstýrismaður floksins, Karsten Hansen, og eg, púra samdir.
- Eg havi tosað við hann fleiri ferðir og so seint sum í gjár vóru vit á drúgvum fundi saman. Men hann hevur ikki sagt eitt orð um hetta, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur, at rættari hevði verið av Bill Justinussen at hildið hesa ósemjuna innanfloks.
- Eg vildi ynskt, at hann, at hann tosaði við meg, heldur enn um meg, men eg havi ikki hoyrt eitt øvugt orð frá Bill Justinussen, leggur hann afturat.
Annars tvíheldur Jenis av Rana um, at hetta málið fer ikki at kloyva Miðflokkin.
- Miðflokkurin hevur síni kjarnumál, sum eru tey kristnu, tey moralsku og tey etisku málini og har er full semja, og har skal full semja vera, sigur Jenis av Rana
Í øllum øðrum málum, sum koma í aðru røð í Miðflokkinum, hava vit altíð kunna havt hvør sína støðu, og har hava vit havt dirvi at hava hvør sína støðu, leggur hann afturat.
Jenis av Rana sigur, at hann tekur avgjørt undir við Eysturoyartunlinum, men hann tekur bara ikki undir við hesi privatu ætlanini, sum hevur ligið í kortunum.