Í Sosialinum týsdagin spyr Bill Justinussen, hvat feilar Kristian Magnussen? Orsøkin er, at eg í grein í Sosialinum leygardagin m. a. føri fram at »Hóast vit hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, eru ikki stórvegis ábøtur gjørdar innan almanna- og heilsuøkið og skúlaverkið«.
Bill følir seg kallaðan til at afturvísa tí, eg føri fram, og hetta heldur hann seg gera við nøkrum dømum, hóast dømini fyri tað mesta eru leysar ætlanir og fýrverk í úrtið.
Eitt av hansara páhaldum er, at stór framstig eru hend í sjúkrahúsverkinum. Hann nevnir nýggja bygningin og viðlíkahald annars á Landssjúkrahúsinum. Viðv. nýggja bygninginum er at siga, at hesin bleiv samtyktur at byggja í 97 av landsstýrinum, ið sat til valið í 98, og teir fyrstu pengarnir vóru settir av á fíggjarlógini fyri 98.
Høvdu hesi bæði seinastu landsstýrini fylgt byggiætlanini hjá bygginevndini, so hevði bygningurin longu verið tikin í nýtslu og umbygging og viðlíkahald á landssjúkrahúsinum byrjað.
Serviðgerð uttanlands
Bill gloymir at nevna, at hann er fyrsti landsstýrismaður í Føroya søgu, ið noktar fólki sjúkraviðgerð uttanlands, og hann gloymir eisini at nevna, at hann eisini hevur gjørt kunngerðina frá 97 um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands meiri ómenniskjaliga.
Fólkaheilsa og mjólkaprísir
At Bill nevnir fólkaheilsuna vísir, at hann er í so kaldur. Tað einasta ítøkiliga, sum er hent á tí økinum í Bill?sa tíð er, at mjólkin er vorin dýrari, og at hon frá á nýggárinum fór at gerast enn dýrari, um Bill bleiv sitandi. Bill nevnir eisini, at hann fer at nema við familjupolitikkin í aðrari grein. Eg vóni, at hann eisini tá minnist til at greiða frá síni familju-politisku ætlan, at lækka rentufrádráttin hjá barnafamiljum og øðrum húsar-haldum.
Hvat ið er fupp ella fakta hjá Bill vita tey, ið eru rakt av avleiðingunum av hansara politisku avgerðum.
Ynskir veljarin ein meiri menniskjaligan og álítandi heilsupolitikk, so vil Javnaðarflokkurin, um vit fáa neyðugu styrkina og koma í samgongu aftan á løgtingsvalið, føra ein ítøkiligan politikk, heldur enn áhaldandi fuppið frá Bill og samgonguflokkunum, ið hava havt valdið síðan 98.