Bill og B68 í Gundadali

B68 er á niðurflytingarplássi, tá ið fyrsta bríkslið verður í Gundadali seinnapartin. Tað boðar frá, at úrtøkan higartil als ikki hevur verið tann, sum tað á Toftum undan kappingarbyrjan varð vónað, at hon skuldi verða.

Hósdagin var venjarin sagdur úr starvi - eftir 2-1 tapið í Vági mikukvøldið - og fríggjadagin varð alment, at Bill Jacobsen skal hava ábyrgdina restina av hesum árinum.

-Sum gongdin hevur verið higartil í ár, so verða vit nøgdir, um vit megna eitt stig í Gundadali ímóti HB, sigur Bill Jacobsen, sum hevur Øssur Hansen á beinkinum saman við sær.

2-0 tapið í Runavík mikukvøldið bar við sær, at HB misti eitt stig í kappingini um bronsukrónurnar og harvið altjóða luttøku. Tað eru nú seks stig av fimta plássi og fram til bronsuna. HB kappast við KÍ og Víking um bronsukrónurnar. Báðir kappingarneytarnir eiga torførar avbjóðingar á útivølli ídag, og tí er møguleiki fyri, at HB við sigri í dag kann taka seg nærri europeisku atgongumerkjunum.

Í fyrsta umfari vann HB stóran heimasigur – 4-0 – á B68. Allir teir, sum mikukvøldið vóru við HB í Runavík, eru tøkir aftur sunnudagin.

B68 hevur alt kappingarárið verið illa skaðaplágað. Mikukvøldið vóru Ukpai og Jann Ingi Petersen millum teir fyrstu ellivu, og Camara kom á vøllin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Ukpai og Camara hava als ikki spælt í ár, og Jann Ingi hevur ikki spælt so nógv. Í dag verður Jann Ingi Petersen ikki á B68 liðnum. Hann varð vístur av vøllinum í Vági, og tískil er hann leikbannaður ímóti HB.

Niklas Joensen, Keita og Kristian Anton Andreassen eru skaddir. Knæskaðin hjá Kristian Anton er so mikið álvarsligur, at hann ikki verður førur fyri at spæla meiri í ár.