Time Magazine tilnevnir á hvørjum ári ein ella fleiri persónar sum tann ella tey, ið hava gjørt ein serligan mun í árinum, sum fer. Í 2003 fall valið á amerikanska hermannin, í fjør var tað George W. Bush, forseti.
Í ár hevur tíðarritið valt at heiðra Microsoft-ríkmannin Bill Gates, konu hansara Melindu og írska rocksangaran Bono, sum øll verða heiðrað fyri teirra ótroyttiliga arbeiði fyri at hjálpa teimum fátæku í heiminum. Sagt verður, at Bill og Melinda Gates hava skipað heimsins størsta vælgerðargrunn, sum hevur savnað einar 200 milliardir krónur, og sum hevur bjargað minst 700.000 fólkum í heimsins fátækastu londum.
Um Bono verður sagt, at tað var serliga honum fyri at takka, at leiðararnir í heimsins ríkastu londum samdust um at strika 250 milliardir krónur av skuldini hjá teimum fátækastu londunum. Bono fær eisini rós fyri sín lut í ársins Live 8 konsertum.