Bill kann ikki samanberast við Jørgen

Hóast ivi í løtuni verður sáddur um embætisførsluna hjá Bill Justinessen í sambandi við virksemi hjá Húsalánsgrunninum, sum landsstýrismaðurin hevur hartað grunnin fyri, so heldur formaðurin í Landsstýrismálanevndini hondina yvir Bill. Men hóast grunnurin ikki hevði heimild at selja ognir til Íbúðagrunnin, so kann hetta bøtast um, Løgtingið samtykkir eina eykajáttan upp á 11,5 milliónir

Í gjár klokkan 13.30 skuldi Løgtingið taka støðu til, um Jørgen Niclasen skuldi halda fram í sessinum sum landsstýrismaður, eftir at kanningarstjórin, Turið Debes Hentze, kom fram til, at umsitingin hjá Jørgeni Niclasen í Fiskimálaráðnum í tveimum førum hevur verið um kollsigla løgfrøðiliga sambært lógini um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan . Hetta kostaði landskassanum milliónir, tí mannagongdir vóru ikki fylgdar í sambandi við umleggingar av lánum.
Eftir áheitan frá Tórbjørn Jacobsen, tingmanni Tjóðveldisfloksins, vildi landsstýrismálanevndin hava tingformannin at seta ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá Jørgeni Niclasen.
Heini O. Heinesen er formaður í Landsstýrismálanevndini, og hann duldi í Sosialinum í gjár ikki fyri, at hann helt, at Jørgen Niclasen hevði gjørt ymiskt, sum var álvarsamari enn tað, sum Turið Debes Hentze varð sett at kanna.

Megnaði ikki at gjalda

Jørgen Niclasen er kortini ikki tann einasti ráðharrin í hesum døgum, sum er í andgletti.
Bill Justinussen, trivnaðarmálaráðharri, varðar av íbúðarmálum í landsstýrinum, og hansara umsiting kann eisini koma at kosta landskassanum nakrar milliónir. Húsalánsgrunnurin, sum Bill Justinussen hevur eftirlitisskyldu við, hevur nevniliga givið stýrinum fyri Húsalánsgrunnin bæði eina sonevnda minni hvassa og eina hvassari átalu fyri ávikavist at hava latið sjálvan Húsalánsgrunnin keypt fastar ognir uttan heimild, og fyri at hava selt somu ognir til Íbúðagrunnin. Trupulleikin við hesum var, at Íbúðagrunnurin ikki megnaði at gjalda. Landsstýrismaðurin við íbúðamálum eigur at hava eftirlit við stýrinum fyri Húsalánsgrunnin, men enn er ikki greitt, um hann ætlar at geva stýrinum aðrar sanktiónir enn átalur fyri sølurnar til Íbúðagrunnin.

Gamalt mál

Síðani desember 2001 hevur Landsstýrismálanevndin kannað málið. Talan er nevniliga um eitt gamalt mál, sum er eldri, enn karrieran hjá Bill Justinussen sum landsstýrismaður. Fleiri aðrir landsstýrismenn hava nevniliga sitið í sessinum undan honum, men er ikki staðfest, um allir hava røkt eftirlitsskylduna nóg væl. Eitt nú skuldi nýtt stýri veljast fyri grunnin fyri fýra árum síðani, men hetta er ongantíð gjørt.
Av tí at Íbúðagrunnurin ikki hevur pening at gjalda tær ognirnar, sum Húsalánsgrunnurin hevur selt honum, noyðist landstýrismaðurin nú helst at biðja løgtingið um eina eykajáttan upp á 11,5 milliónur krónur, og enn er óvist, hvat tingið fer at siga til tað.
Greitt er, at stýrið fyri Húsalánsgrunnin ikki er nøgt við átalurnar, sum tað hevur fingið frá Bill Justinussen.
Í einum skjali frá 18. desember í fjør, skrivar m.a.: " At landsstýrismálanevndin sum tingnevnd hevur átikið sær leiklutin sum de-facto dómstólur mótvegis landsstýrismonnunum, uttan at teir hava nakran reellan møguleika at verja seg ella bert at muta ímóti, er í sær sjálvum ein sera álvarsligur spurningur um samanblanding av lóggávuvaldi og dómsvaldi, sum er í andsøgn við høvuðsreglurnar um valdsbýtið í stýrisskipan okkara, og sum átti at verið tikin upp gjøgnum eina nærri tulking av § 39 í stýrisskipanarlógini.
At landsstýrismaðurin kennir seg kroystan at gera okkurt fyri at vera í samljóði við "dómin" hjá landsstýrismálanevndini er menniskjansligt; men tá tær "nasar", sum hann hevur givið stýrinum fyri Húsalánsgrunnin o. a., byggja á skeivleikar, misskiljingar og tíverri eisini beinleiðis reingingar av sannleikanum, hava vit einki annað val enn at tala at."



Sostatt ber til at siga, at Bill Justinussen er komin í eina støðu sum landsstýrismaður, har hann hann kann verða noyddur til at koyra stýrið frá. Landsstýrismaðurin og stýrið eru jú ósamd, um keypini og sølurnar hjá grunnunum.
Ráðharrin hevur sum nevnt skyldu at hava eftirlit við Húsalánsgrunninum, men kann ikki ráða fyri, hvussu stýrið fyri grunnin skal arbeiða og umsita ognir.
Tí kann hugsast, at tá Løgtingið umhugsar misálit á fiskimálaráðharran, sum varð skuldsettur fyri at hava kostað landskassanum einar 11 milliónir, at onkur tingmaður sær ein parallell millum Jørgen Niclasen og Bill Justinussen, sum somuleiðis varðar av einum málsøki, ið helst fer at biðja tingið um eina eykajáttan, sum er á leið somu upphædd.

Ikki kannast av kanningarstjóra

Nú er tað kortini sera sjáldsamt við uppskotum og samtyktum um misálit á landsstýrismenn í Føroyum, og Heini O. Heinesen formaður í Landsstýrismálanevndini, sum skal hava eftirlit við embætisførsluni hjá landsstýrismonnum, heldur ikki, at Bill Justinussen hevur gjørt nakað skeivt. Hann viðgongur, at ráðharrar kunnu koyrast frá av politiskum orsøkum, men hann heldur, at av tí at tann gamla
Landsstýrismálanevndin gjørdi ov lítið, og at hetta málið stakk seg upp áðrenn Bill?sa tíð, so skal tað ikki fáa avleiðingar fyri hann, tí hetta málið kann ikki samanberast við tað hjá Jørgeni Niclasen. Spurdur, um hann væntar at ein kanningarstjóri fer at kanna arbeiðið hjá Bill Justinussen eins og tað hjá Jørgeni Niclasen, sigur Heini O. Heinesen, at tað væntar hann ikki, tí so kundu vit tað sama avtikið Landsstýrismálanevndina. Hann sigur seg ikki vita, um ein eykajáttan verður samtykt, men sjálvur er hann ímóti at avtaka Húsalánsgrunnin, sum møguliga kann verða ein avleiðing, um peningur ikki verður samtyktur til eykajáttan.