Bill: Johnny hevur rætt at siga hana úr starvi

Bill Justinussen førdi í løgtinginum í dag fram, at Johnny í Grótinum hevði rætt í síni meting av støðuni, tá hann segði Liljuna Weihe úr starvi í fjør. Mentamálaráðið førir eisini fram í sínum viðmerkingum, at tíðindaleiðarin kann hava skatt trúvirði hjá stovninum við sínum viðmerkingum um leiklutin hjá stjóranum í Eik-málinum.

 

- Johnny í Grótinum hevur mist álitið á tíðindaleiðaran. Tí hevur hann sjálvandi rætt til at siga hana úr starvi. Annars riggar stovnurin ikki, sum hann skal. Kringvarpið er ein so týðandi partur í føroyska samfelagnum, at samstarvið millum stjóra og tíðindaleiðara má vera gott. Annars kunnu vit ikki hava álit á tíðindunum, sum stovnurin ber, sigur Bill Justinussen.

 

Bill Justinussen vísir á, at tað er stjórin, sum er setanar- og uppsagnarmyndugleiki, men nú hevur Rigmor Dam sett seg í stjórastólin.

- Hetta er tað, sum vit ikki kunnu góðtaka. Tað skal ikki bera til, at Mentamálaráðið, sum politiskur myndugleiki, fer inn í setanarviðurskifti í Kringvarpinum, sigur hann.

 

- Tað kann ikki vera í lagi, at landsstýriskvinnan tekur yvir stjórauppgávuna frá kringvarpsstjóranum, sigur Bill Justinussen og fær stuðul frá øðrum tingmonnum. Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard meta báðir, at tað er eyðsæð, at stjórin nú er settur upp á pláss av landsstýriskvinnuni og at tíðindaleiðarin er settur yvir stjóran.