Bill: Johan er sum ein sjálvmorðspilotur

– Tú hevur lumpað okkum onnur í samgonguni. Tað er ikki serliga etiskt

Sjálvt um Johan Dahl í lesarabrævi roynir at leggja sjógv ímillum seg og Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal – við at siga, at undantikið málið um sammøður, so hevur samongan verið ein góð samgonga við góðum politikki, so er hann framvegis í opnum stríði við Miðflokkin, og hann stendur við orðini um, at hann er ikki partur av samgonguni, so leingi Miðflokkurin er við.

Annars vil Johan Dahl ikki siga meira enn tað, sum hann longu hevur sagt um hesi viðurskifti.

Men í einum kjaki á vanganum hjá Johan Dahl á Facebook samanber Bill Justinussen atburðin hjá Johan Dahl við ein sjálvmorðsflogskipara, sum við vilja rennir flogfarið við øllum ferðafólkunum umborð inn í fjallið.

Bill Justinussen skrivar m. a. soleiðis:

– Innanhýsis reglur í Sambandsflokkinum vórðu ikki skrivaðar inn í samgonguskjalið. Høvdu vit í Miðflokkinum vitað, at tú ikki virðir eina undirskrivaða avtalu, sum tín floksformaður hevur gjørt við Fólkaflokkin og Miðflokkin, hevði hetta ikki blivið til nakra samgongu frá byrjan. Ein og hvør kann við samvitskuni og persónligari sannføring sum grundgeving taka undir við alskyns andstøðuuppskotum, sum sjálvandi verða løgd fram fyri at fanga tey trúleysu og illoyalu í samgonguni. Hetta er gamalt og vælkent andstøðukynstur.

Tað er lætt at halda avtalur, tá tær ganga tín veg. Men tað er, tá tað kostar, at tú sýnir títt sanna virði.

– At tú ert eitt so nógv betri menniskja enn vit onnur í samgonguni, ivist eg í.

– Hevði tú gingið so høgt uppí "sjálvsøgdu rættindini" hjá lesbiskum, hví í allari víðu verð gjørdi tú ikki vart við tað undir samgongusamráðingunum? So kundi støðan verið avklárað tá. 

– Vit hoyrdu ikki eitt orð um, at hetta var eitt so avgerandi hjartamál hjá tær, at tú vart sinnaður at knúsa eitt samgongusamstarv fyri hetta.

– Tú hevur lumpað okkum onnur í samgonguni. Tað er ikki serliga etiskt, góði Johan.

– Ja, tú hevur atkvøtt fyri samgonguni í øllum uttan hesum. Tað er, sum tað eigur at vera og tað hava hini sjálvandi eisini gjørt.

– Ein flogskipari, sum flýgur 10.000 tryggar túrar, men sum síðani við vilja rennir flogfarið inn í fjallið við øllum ferðafólkunum umborð, fær eitt vánaligt eftirmæli. Tað einasta, fólk fara at minnast, er tann eina ferðin, hann ikki gjørdi, sum hann skuldi.