Bill hugsar ikki um bronsuna

B68 venjarin, Bill Jacobsen, var sjálvandi væl nøgdur við, at tað hevði eydnast hansara monnum at vinna trivaligan 3-0 sigur.

- Eg haldi ikki, at talan var um serligan mun á liðunum í 1. hálvleiki. Eftir steðgin var leikferðin hjá okkum hægri, og tá skoraðu vit tvey góð mál.

Tað er framvegis møguleiki fyri, at tit skulu enda ovast av liðunum í Eysturoy?

- Nú fáa vit at síggja. Vit hugsa um okkara uppgávu, sum verður ivaleysa stór ímóti B36 í Gundadali. Víkingur og NSÍ skulu eisini spæla á útivølli. Teir fokusera sjálvandi upp á avbjóðingarnar á Argjum og í Fuglafirði. Seint seinnapartin leygardagin fara vit at gera upp.