Bill hongur í einum ógvuliga klønum tráði

Hann er nokk so langt frá at fáa endurvinna tingsessin

Tað er alt, sum bendir á, at Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, er fallin á Løgtingsvalinum í dag.

 

Nú bara atkvøðurnar á Argjum eru eftir at telja upp, hevur Jenis av Rana fingið 646 atkvøður, Stefan Klein Poulsen hevur fingið 488 atkvøður og Bill Justinussen hevur fingið 350 atkvøður. Seinast fekk Bill Justinussen 15 atkvøður á Argjum, so hansara dagar sum tinglimur síggja út til at vera taldir, tí forsøgnirnar vísa, at Miðflokkurin fær tveir tinglimir