Vísindaliga siðseminevndin
? Eg havi valt fólk, eg havi álit á.
So stutt og greitt grundgevur Bill Justinussen, Landsstýrismaður í heilsumálum, fyri, hví hann nú hevur gjørt av at skifta meginpartin av vísindaligu siðseminevndini út.
Vísindaliga siðseminevndin skal veljast eftir hvørt løgtingsval og nú hevur eisini nýggi landsstýrismaðurin valt nevndina av nýggjum.
Men tað hevur vakt ans, at fleiri av nevndarlimunum eru kend frá átrúnaðarligum samkomum av ymsum slagi ? og ikki altíð fyri tey mest hóvligu sjónarmiðjuni.
Men tað heldur Bill Justinussen ikki vera skeivt.
?Eg haldi, at tað hevur týdning at nevndir og ráð verða skift út av og á. Og tað skuldi ikki verið til nakran bága fyri samanhangin í nevndararbeiðnum, at fleiri nýggir limir nú eru í nevndini, tí allir tríggir læknarnir í henni eru teir somu.
Bill Justinussen heldur, at ein orsøk til at hann heldur tað vera sunt at skifta nevndarlimir út, er, at hann heldur tað alsamt hava týdning at fáa nýggj sjónarmið við í kjakið um siðsemiligar spurningar.
Hevur valt fólk, hann kennir
Hann sigur eisini, at siðseminevndin er fyrst og fremst ein nevnd, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum og tí hevur hann valt nevndarlimir, sum hann hevur álit á.
?Tað er lættari hjá mær at velja fólk ið nevndina, sum eg kenni, heldur enn fólk, eg onki veit um.
Hann sigur, at tá ið hann velur siðseminevndina, fær hann ikki nakað fakligt tilmæli frá umsitingini til, hvørjir nevndarlimirnir skulu vera, uttan tá ið talan er um teir tríggjar limirnar, sum Læknafelagið innstillar.
? Sostatt ger landsstýrismaðurin einsamallur av, hvønn hann velur í nevndnina og hann heldur at hann hevur falt eina nevnd, sum fakliga er væl skikkað.
Hann vísir á, at Anne-Lene Olofson í Klaksvík, er guðfrøðingur. Eydna Háberg er sjúkrasystir og hevur royndir í almennu fyrisitingini frá teirri tíðini, hon var leiðari á heimarøktini.
? Dánjal á Dul Jacobsen, er samkomuleiðari í Evangeliuhúsinum og eg havi álit á, at hann kann bera sjónarmið fram, sum hava undirtøku í stórum parti av fólkinum.
? Eitt nú hevur hann havt rættiliga áhugaverdar sendingarí útvarsstøðini Lindini, har hann hevur viðgjørt heimsspekiligar og siðsemiligar spurningar og tí meti eg hann vera rættiliga væl skikkaðan at kjakast um siðsemiligar spurningar.
Seinasti nevndarlimurin er Jens Vang, sum er løgfrøðingur.
Bill Justinussen spyr eisini, hvat vit skulu hava ein landsstýrismann til, kunnu teir ikki sleppa at taka nakrar avgerðir.
?Skal umsitingin taka allar avgerðirnar, er ongin orsøk til at hava landsstýrismann yvirhøvur, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at hetta er fyri at fáa tann politiska vinkulin við í málinum og hann dylir heldur ikki fyri, at hann hevur hugsað um at velja nevndarlimir, sum draga somu línu sum hann í slíkum málum.
? Høvdu vit ein landsstýrismann, sum hevði ógvuliga frælslyntar hugsjónir, hevði hann óivað eisini manna nevndina við fólkum, sum stuðlaðu hansara sjónarmiðjum, heldur Bill Justinussen.
Sí eisini greinina ?Meirilutin av siðseminevndini er nú skiftur út?.