Bill helt hetta var vánaligt

Fram ímóti dystarenda eydnaðist tað hjá Skála at vinna fyrsta stigið, og AB tvífaldaði sína úrtøku

Veðrið var av tí fagrasta á Skála í kvøld, tá ið Skála hevði vitjan av AB. Úrslitið var 1-1, eftir at AB var á odda í fyrra hálvleiki.

-Eg eri vónbrotin, tí í fyrra hálvleiki høvdu vit nógvar møguleikar, og tað høvdu vit eisini fyrstu løtuna eftir steðgin, og so javnaðu teir, sigur AB liðformaðurin Sørin Samuelsen.

-Tað var harmuligt, at vit fingu eitt mál ímóti okkum, og at talan var um sjálvmál. Vit kunnu taka nógv positivt við okkum frá dystinum á Skála. At vit ikki enn hava vunnið rakar sjálvsálitið, men tað man fara at styrkna, tá ið leikliga yvirvágin verður umsett til fulla úrtøku, heldur AB liðformaðurin.

Bjarki C. Nielsen legði AB á odda við fínum frísparki av brotsteigarmarkinum og eitt vet til vinstru. Hann sendi bóltin framvið manngarðinum og í handara síðunetið.

Skálavenjarin Bill Jacobsen heldur, at talan var um vánaligan fótbóltsdyst á Skála í kvøld.

-Tað var lítið skipað spæl og nógv varð sparkað. Í fyrra hálvleiki skoraðu teir, og í seinna hálvleiki skoraðu vit. Tað er góð mynd av dysti, sum kanska átti at endað málleys, heldur Skálavenjarin.

Hetta var fyrsta stigið hjá Skála í ár. Javnleikurin ber við sær, at AB tvífaldar sína úrtøku. Fyrsta stigið vann AB í fyrsta umfari, tá ið tað á heimavølli endaði við málleysum javnleiki ímóti Víkingi.

-Vit hava nógvar ungar og óroyndar spælarar á liðnum. At tað eydnast at vinna stig fer heilt víst at bera við sær, at teir vinna sjálvsálit, heldur Skálavenjarin.

 

Skála – AB 1-1 (0-1)

0-1: Bjarki C. Nielsen 34.

1-1: Jan I. Hansen 80.

Dómari: Aron Sofus Vest

Skála: Bárður á Reynatrøð – Teitur Poulsen (Kristian Martin Jakobsen, 49.), Teitur R. Joensen, Hjati Strømsten, Djóni J. Petersen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Dávid Johansen (Poul Kallsberg, 60.), Ronni Møller-Iversen (Aksel B. Danielsen, 89.) – Jan I. Hansen 

Gult kort: Niels Pauli Danielsen

Venjari: Bill Jacobsen

AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur J. á Høvdanum (Janus Svabo Samuelsen, 62.), Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti (Bartal S. Petersen, 79.), Jákup Pauli Breckmann, Jesper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen (Jón Krosslá Poulsen, 90.), Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal

Gult kort: Asbjørn Heðinsson, Jesper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen

 

Venjarar: Símun Samuelsen og Tonny Brimsvík