Fosturtøkur
Arbeiðið sum skal miðja ímóti at fáa talið á fosturtøkum í Føroyum at lækka, er longu so smátt farið ígongd.
Sostatt má ásannast, at Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum legðist, ikki á boðini í samgonguskjalinum um, har tað stendur, at arbeitt verður fyri at avmarka talið á fosturtøkum. Í samgonguskjalinum stendur eisini, at neyðug ráðgeving, leiðbeining og hjálp eigur at verða veitt mammum/foreldrum í sambandi við barnsburð.
Júst spurningurin um fosturtøkur er eitt hjartamál har Miðflokkinum og Landsstýrismaður teirra er eisini longu farin í holt við tær fyrstu fyrireikingarnar.
Men enn er hægsta summarferiutíð og nógv fólk er burtur, so hann sigur, at verulig gongd kemur ikki á arbeiðið, fyrenn ferian er av og umsitingin virkar til fulnar aftur.
Kanna framferðarhættir
Men hann sigur, at hann hevur nógvar ætlanir á økinum.
Og tað, sum umsitinginin nú skal kanna, er, hvussu ætlanirnar hann hevur, kunnu setast í verk og hvussu farast kann fram yvirhøvur.
?Ein spurningur, sum vit umhugsa, er, hvussu vit kunnu fáa eina lýsing av, hvørjar orsøkir eru til, at summar kvinnur velja fosturtøku.
? Vit kanna hvørjir møguleikar eru. Og í hesum sambandi kann talan verða um at fara undir eina granskingarætlan,
Hann sigur, at ein spurningur, sum umsitingin kannar, er, hvussu ein slík gransking kann setast í verk og, hvussu umfatandi hon verður.
? Men tað er ikki sagt, at tað er neyðugt við teirri heilt stóru, umfatandi og kostnaðarmiklu granskingarætlanini.
Bill Justinussen sigur, at hann hevur fingið at vita frá granskarum, sum eru áhugaðir fyri at fara undir eina slíka granskingarætlan.
Hann sigur, at talan er ikki um læknar, sum hava vent sær til hansara, men um granskarar av øðrum slagi.
Nú hevur formaðurin í Læknafelag Føroya, hans Petur Nielsen, áður sagt fyri Sosialinum, at skulu sjúkradagbøkur í heilsuverkinum kannast, kann tað einans gerast sum eitt lið í eini læknafrøðiligari granskingarætlan?
Hann segði eisini, at fyri at fara í holt við eina slíka ætlan, krevst loyvi frá siðseminevndini, har ætlanin og endamálið við kanningini verður lýst út í æsir, áðrenn loyvi verður givið og har navnloysið hjá kvinnunum verður tryggjað.
? Hatta er eitt sindur ivingarsamt og tað er heldur ikki allir granskarar, sum eru samdir í hesum.
? Tað veldst millum annað um, hvussu kanningin verður skipað
Bill Justinussen sigur, at verður talan um eina kanning av sosialum slagi, sum hevur til endamáls av avdúka ymisk sosial viðurskifti, er talan um eitt øki, sum í fyrstu atløgu liggur unttanfyri læknafrøðina.
?Men møguliga skal talan verða um eina samansetta kanning, har fleiri ymisk viðurskifti verða tikin við.
Annars heldur hann, at hugsanin hjá honum at seta kanningar í verk, hevur skapt meiri øsing, enn tað hevði uppiborið.
?Tað eru ongin grund at gera meiri burturúr enn neyðugt, tí fólk hava rætt til at fáa innlit í sína egna sjúkradagbók og tað hevur ongantíð verið ætlanin at bróta siðsemiligar ella vísindaligar forskriftir.
? Tað kann eisini verða, at ein slík kanning kann gerast, uttan at granska sjúkradagbøkur.
Fáa hjálparstovn at virka
Bill Justinussen sigur, at ein annar spurningur í hesum sambandi, er, hvussu tey tómrúmini, sum eru í fosturtøkulógini, kunnu fyllast, eitt nú við at seta eina skipan sum líkist donsku ?Mødrehælpen? á stovn.
?Verður niðurstøðan, at hetta er ein gongd leið, er hetta ein skipan, sum er rættiliga skjót at seta í verk.
Hann sigur, at verður hugsað longri fram í tíðina er ætlanin at seta skipanire í verk, har tað ber til at fáa leypandi hagtøl um ymisk viðurskifti, eitt nú um fosturtøkur.