Høvuðsnavnið Clinton er væl lýddur, fólk reistus og lógvabrestirnir buðu honum vælkomnum, tá hann trein á pallin. Hann er ein røðari, so bara framførslan er list í sær sjálvum. Clinton legði fyri við at siga, at tað góða við ikki at vera forseti er, at nú kann hann siga hvat hann vil. Trupulleikin er bara, at nú leggja fólk einki í hvat hann sigur.
Boðskapurin hjá Clinton er, at vit verða noydd til at finna ein felags hátt at skilja heimin, og til tess eru tað fýra einfaldir spurningar, sum skulu svarast av einstaka borgaranum í 21.øld, eisini tær.
Tann fyrsti: Hvat er grundleggjandi skipanin í 21. øld?
Clinton vísti á, at hann er ein sonevndur inter-dependistur. At vit eru tengd at hvørjum øðrum í m.a handli, ferðing og tøkni. Vit verða felags um bæði vansar og ágoðar, har m.a. tekningarnar hjá Jyllandspostinum eru eitt dømi um at mentanir mugu læra at laga seg til hvørja aðra. Men eisini møguleikarnir í einum vanligum samfelagi hava stóran týdning. T.d. her er vanligt at dreymar saman við hørðum arbeiði skapa úrslit, soleiðis er tað ikki allastaðir kring heimin. Nógvar staðir er gerandisdagurin sum eitt guerillakríggj, har bardagin um rovini er neyðugur fyri at yvirliva dagin. Stóri mismunurin í heiminum skapar ójavnvág og hóttanir umvegis yvirgang, og harafturat er støðan í dag ikki umhvørvisliga burðardygg.
Tann næsti:Um skipanin í 21 øld ikki er burðardygg, hvussu hevði tú broytt hana?
Tann triði: Um ynski er at flyta frá interdependensi til størri samrenning av heimsins londum, hvussu hevði tú gjørt tað?
Clinton vísti á, at tað krevur umfatandi trygdarpolitikk, serliga við atliti at yvirgangi, hópoyðingarvápnum og fólkamorðum. Hann segði, at tað var eitt mistak ikki at fylgja tilráðingini hjá Hans Blix, tí einki var at fara eftir í Irak, men nú er støðan so sum hon er. Irakar hava brúk fyri at fáa politikk inn í landið. Í Afghanistan hevur forsetin Karzai megnað at fáa semjur í lag við kríggsharrar, við tí úrsliti at opiumhandilin blómar, so tað er ikki so einfalt og byggja frið.
Trygdarpolitikkur
Clinton brúkti stóran part av fyrilestrinum til at tosa um veðurlagsbroytingar, sum kanska serliga varaforseti hansara Al Gore er kendur fyri. Bill Clinton vísti á vandan, at um ísurin bráðnar í Grønlandi, kann tað føra til eina nýggja ístíð í Vesturevropa, men vit vita tað ikki við vissu. Men hann setti tað í eitt størri høpi við at siga at vit vita ikki so nógv enn, men at vit eru noydd at hava ein trygdarpolitik til alt, eisini vistfrøðisskipanina.
Eingin stýrir øllum
Støðan í heiminum í dag er at eingin stýrir øllum, og tí skulu vit hava semjur og verða við til at broyta heimin til ein felags hugsunarhátt.
Vit skulu finna loysnir áðrenn kríggini byrja, bæði fyri mannalagnurnar, mens eisini tí tað er ov kostnaðarmikið. Bara innrásin í Irak kostar USA 2 milliardir dollarar um mánaðin. Hetta skal heldur brúkast til menningarhjálp, tí í dag vita vit hvussu vit kunnu hjálpa. Tað er bæði góður politikkur og búskaparliga skilagott. Vit mugu viðurkenna, at londini ikki kunnu loysa allar trupuleikar einsæris.
Eitt dømi er heimshandilin umvegis WTO. Har mugu vit fáa t.d. sosiala- og útbúgvingarpartin við, tí annars er tað bert til fyrimuns fyri tey ríku londini.
Tann fjórði: Hvør skal gera hetta og hvat gert tú fyri at fremja hesa broytingar?
Um fólk ikki síggja eina framtíð í skipanum ella broytingum, venda tey sær ímóti og inneftir, sum Niðurlond og Frakland í mun til ES grundlógina, tí tey óttaðust hvat fór at koma uttaneftir. Samstundis er tað nyttuleyst at geva pengar har skipanirnar ikki eru nóg góðar. Tí er talan ikki um bert at geva pening burtur.
Einstaklingavald
Men einstaklingurin hevur størri vald enn nakrantíð áður. Talan er t.d um felags innsavningar, sum í dag eisini í stóran mun fara um netið og at trýst og gjøgnumskygni er nógv størri nú við alnótini. Vit hava eisini sæð ein ógvuliga stóran vøkstur av NGO felagsskapum og er talan tí um eitt persónligt empowerment, at einstaklingurin í veruleikanum hevur fingið vald og ávirkan. Sum Clinton sigur, um tú veist hvar, hví og hvussu, so kanst tú sum einstaklingur gera mun, tú kanst broyta heimin.
Møguleikin hjá tí einstaka.
Clinton var tann fyrsti í familjuni við hægri útbúgving, og tað er ein boðskapur hann hevur við sær kring heimin. Aftaná at hann fór úr Hvítu Húsinum hevur hann sett á stovn The Clinton Foundation, sum m.a. arbeiðir við at betra um korini í menningarlondunum. Afrika er sum vesturheimurin fyri 80 árum síðan, møguleikar er nakað tú ert føddur til, tað eru ikki tíni evnir sum avgerða, sigur Clinton. Tað kann vera at bensinsølumaðurin hevur betri vit enn bankastjórin, hann fekk bara ongan møguleika.
Tí er stóri munurin á ríku og fátæku londunum, at í okkara skipanum er eitt logiskt samband millum arbeiði og úrslit. At um tú hevur einn dreym, eitt mál og arbeiðir fyri tí, so ber tað til. Hetta sambandið er ikki sjálvsagt í fátækum londum.
Dreymar og hart arbeiði
Dreymar uttan hart arbeiði eru einki verdir, hart arbeiði uttan dreymar er tíðarspilla og troyttandi, men samantvinningin av dreymi og hørðum arbeiði er dynamiskt. Tað týdningarmesta er at royna, tí tað er ferðin, ikki málið, sum er menningin. Tað merkir, at ein miseydnað roynd lærir teg so nógv, at hon gloppar aðrar dyr, um hon miseydnast. Tørvur er hugflogið og viljanum at arbeiða nóg hart, segði Clinton.
Hann lýsir hetta við sær sjálvum. Hann elskaði at spæla saxofon. Men ein dagin tá hann var 16 spurdi hann seg sjálvan um hann kundi gerast heimsins besti, og svarið var nei. Hinvegin kom hann til tað niðurstøðu, at hann hevði nógv at geva politiskt og samantvinnaði harða arbeiðið og dreymin.