Bill Clinton sveipaður í marglæti

Á stuttu ferð síni í Føroyum fær amerikanski forsetin best møguligar umstøður. Í Norðurlandahúsinum fær hann eitt rúm fyri seg sjálvan, har hann kann slappa av, áðrenn og aftaná fyrilesturin. Harumframt hevur hann fingið løgmanssuitina á Hotel Føroyum, har blái løbarin er rullaður út.

Hurðarnar í Norðulandahúsinum lata upp klokkan 13.15 og verða læstar klokkan 13.45. Klokkan 14.15 verður fyrilestur við Hans Blix, og klokkan 15.15 verður ein steðgur, har nøkur fáa høvi at hitta amerikanska forsetan.

Bill Clinton skal halda fyrilestur fyri á leið 500 áhoyrarum, men bara nøkur útvald fólk sleppa at hitta hann persónliga. Á einari VIP móttøku verður hann avmyndaður saman við 50 fólkum, har í millum vera løgmaður, borgarstjóran í Tórshavn, løgtingsformaðurin, nevndin í arbeiðsgevarafelagnum, stjórin í samvit og stjórin í norðulandahúsinum. Per á Hædd tekur myndirnar.

Í Norðurlandahúsinum verður dress kodan penari business klæðir. Finnur Hansen og Edvard Nyholm Debes standa fyri tónleikinum, Hotel Hafnia hevur gjørt matin til forsetan og allar luttakararnar, meðan Smyrjibreyðsbúðin mettar arbeiðsfólk, løgreglu og bjargingarfólk í Útvarpshøllini.

Fyrilesturin hjá Bill Clinton verður klokkan 15.45 og varðar ein tíma, og aftaná verður høvi at seta honum spurningar í ein hálvan tíma. Síðani sigur 42. amerikanski forsetin farvæl og fer beina leið av landinum aftur.