Bíligari hjá føroyingum at keypa motorsúkklur

Tað fær lítlan og ongan týdning fyri landskassan


Tað skal vera bíligari hjá føroyingum at keypa motorsúkklur

Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann hevur nú í hyggju at leggja uppskot fyri løgtingið um at avtaka skrásetingargjaldið á motorsúkklum, sum verða keyptar til Føroya.

 

Fyri motorsúkklur motori upp til 50 kubikk, er skrásetingargjaldið 20% av avgjaldskylduga virðinum.  Og fyri motorsúkklur yvir 50 kubikk, er skrásetingargjaldið 65%.

Fyri motorsúkklur, ið hava verið endaliga skrásettar uttanlands, er skrásetingargjaldið 155% av einum lækkaðum avgjaldsvirði.

 

Jørgen Niclasen staðfestir, at í høvuðsheitum verða motorsúkklur nýttar sum frítíðarítriv og tí heldur hann, at tað er óneyðugt at tann, sum keypir sær eina motorsúkklu, eisini skal rinda skrásetingargjald í landskassan.

- Innflutningurin av motorsúkklum er eisini so lítil, at gjaldið hevur avmarkaðan fíggjarligan týdning, sigur landsstýrismaðurin

 

Hann sigur, at verður skrásetingargjaldið strikað, verður mett, at tað fer at kosta landskassanum einar 300.000 krónur um árið í mistari inntøku.