Bíligari fartelefonhald til ung

Vodafone hevur í dag lækkað prísin munandi fyri fartelefonhald til ung, sum eru 18 ár og yngri, og til lesandi við lestrarkorti frá Ó.

Vodafone hevur í dag lækkað prísin munandi fyri fartelefonhald til ung, sum eru 18 ár og yngri, og til lesandi við lestrarkorti frá Ó.

 

Við nýggja RED Ung haldinum bjóðar Vodafone ungum fría talu, frí SMS og 300 MB fyri fastan mánaðarprís uttan vanda fyri eykarokning.

 

– Tað hevur verið eitt ynski hjá nógvum foreldrum at fáa eitt RED hald, har loft er á nýtsluni, og eingin vandi er fyri eykarokningum, sigur Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone. Tí hava vit ment RED Ung haldið, ið bjóðar ein størri tryggleika til foreldur og tey ungu.

 

Nýggja haldið er snikkað soleiðis til, at tá ið 300 MB eru brúkt, verður datatænastan sjálvvirkandi sligin frá, meðan tú framvegis kanst ringja og SMSa frítt í Føroyum. Um tú vilt hava meira data, tosa uttanlands ella hava telefonina við at ferðast, so kanst tú fylla eyka pening á inni á www.vodafone.fo.

 

Í samband við at RED ung verður givið út í dag, bjóðar Vodafone teimum, sum tekna hald nú, óavmarkað internet á fartelefonini fram til 1. mai 2015.