Tað er Finnbogi Poulsen á Eiði, sum sýnir fram ein Pontiac G6 GT coupé.
Hetta man vera fyrsti nýggi Pontiac í longri tíð, sum er komin til Føroyar.
Finnbogi umboðar GM bilarnar Pontiac og GMC. Umframt hendan coupé, fæst G6 eisini sum sedan og sum convertible. Pontiac fáast annars eisini í bæði minni og størri modellum enn G6.
Finnbogi Poulsen sigur, at hóast hesin Pontiac G6 hevur 3,5 litur V6 motor við 224 hk, brúkar hann litið bensin í mun til motorstøddina - hann koyrir umleið 10 km/l.
Framsýningin er opin frá kl. 14-16, har høvi verður hjá fólki at síggja og royndarkoyra bilin.