Bilfríðkan bjóðar øllum at royndarkoyra ein Fiat Stilo

Eins og hjá øðrum Fiat bilasølum, eitt nú í Damnark, ber nú eisini til hjá fólki í Føroyum at royndarkoyra ein væl útgjørdan Fiat Stilo, í ein dag ella eitt vikuskifti, uttan at gjalda fyri tað ella binda seg til nakað sum helst

Fiat Stilo kom á marknaðin fyrst í árinum. Bilurin, ið avloysir Fiat Bravo og Brava, verður gjørdur í tveimum úgávum, sum ikki líkjast heilt. Tað at Italska Fiat verksmiðjan hevur gjørt nógv burturúr kvalitetinum á Stilo, hevur givið bilinum góða umtalu í útlendskum bløðum. Fyri at geva fólki møguleika at royna bilin hava teir hjá Bilfríðkan skrásett ein nýggjan Fiat Stilo, sum øll hava møguleika at roydarkoyra uttan at binda seg til at nakað sum helst. Hetta er ein roynd at marknaðarføra nýggju Fiat generatiónina í Føroyum. Hetta er roynt aðrastaðni, eitt nú í Danmark, har teir hava góðar royndir av tiltakinum.
Bilurin er ein væl útgjørdur Stilo Dynamic við 5 hurðum og 1,6 ltur 16V motori. Hann hevur t.d. elektriska servostýring við City-funktión, har man við at trýsta á ein knøtt á instrumentborðinum kann broyta stýrieginleikarnar, soleiðis at bilurin verður heilt lættur at stýra. Hetta er væl egnað til býkoyring, við tað at bilurin verður lættari at parkera har sum tað er trongt og lítið pláss. Annars hevur bilurin fjarstýrt sentrallás, elektronisk lás í baklúkuni, anti-spinn, cruise control og aircondition. Eisini kunnu forsetrini stillast allar vegir, eins og baksetrið kann flytast aftur og fram, og baksmekkan kann stillast á sama hátt sum vanligt er við forsetrunum. Bilurin fæst við trimum bensinmotorum frá103 til 170 hk og tveimum 1,9 JTD dieselmotorum við ávikavist 80 og 115 hk.