Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilførari, sum koyrdi vestur gjøgnum Vágatunnilin, kanska ikki var edrúur, soleiðis sum hann koyrdi á breytini.
Løgreglan fór at leita eftir bili og førara, og tað eydnaðist eisini at fáa orð á viðkomandi. Men, í hesum førinum var alt, sum tað skuldi, og bilførarin var als ikki ávirkaður.
- Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at bilførari eina løtu kann vera óstøðugur á breytini, og í hesum førinum var ikki talan um rúsdrekka, sigur vakthavandi.
Lagt verður aftrat, at seinasta samdøgnið hevur verið stak friðarligt, og einki av týdningi hevur verið á vási - ella, sum vakthavandi málber seg:
Ólavsøkan er liðug á hesum sinni.










