Bilførarin hevur givið seg til kennar

Í morgun sóknaðist løgreglan eftir einum bilførara, sum var við í einum ferðsluóhappi í Havn seinnapartin í gjár.

Óhappið hendi í Niels Finsensgøtu á leiðini við Sjónleikarhúsið, og hetta var um 17-tíðina í gjár, eftir at tað var vorðið myrkt.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein bilur varð ákoyrdur á leiðini, men tá bilførarin í ákoyrda bilinum fór til síðis at bíða eftir hinum bilføraranum, koyrdi viðkomandi avstað.

 

Løgreglan segði í morgun, at tey gjarna vildu hoyra frá bilføraranum, sum koyrdi av staðnum, soleiðis at báðir bileigararnir kundu tosa saman um, hvussu málið verður loyst.

 

- Bilurin, sum varð ákoyrdur, fekk nakað av skaða, og tað fekk bilurin, sum koyrdi á, helst eisini. 

 

Fyri løtu síðan vendi vaktleiðarin sær aftur til miðlarnar og visti at siga, at bilførarin, sum koyrdi av staðnum eftir óhappið í gjár, nú hevur givið seg til kennar.

 

- Vit fegnast um, at bilførarin læt við seg koma, soleiðis at partarnir kunnu tosa saman um, hvussu málið best verður loyst.