Bilførari vildi sleppa at blása hjá løgregluni

Løgreglan sigur, at tað er fantastiskt at markið fyri rúsdrekkakoyring er lækkað

Tíðliga í morgun var løgreglan fyri teirri lutfalsligu óvanligu hending, at ein bilførari ringdi og vildi sleppa at blása í alkoholmátaran fyri at vita, um hann var nóg edrúur at koyra bil.

 

Hann hevði drukkið, men var ikki vísur í um tað var runnið av aftur, og tað vildi hann tryggja sær, áðrenn hann setti seg við róðrið, og tí vildi hann sleppa at blása í alkoholmátaran.

 

- Vit høvdu ongan bil nær í námind av, har bilførarin var, so vit góvu honum tey hyggjuráðini at bíða til eftir døgverða, áðrenn hann fór í bilin, sigur løgreglan.

 

Og tað tók bilførarin so til eftirtektar.

 

Løgreglan sigur, at hóast tað ikki er so ofta, hendir tað seg meiri enn so, at tey fáa fyrispurningar av hesum slagnum, har bilførarar vilja sleppa at blása í alkoholmátaran at vita um teir eru edrúir og kunnu koyra. Og eru tey í nærhendis, og tað annars ber til, plaga tey at ganga ynskinum á møti.

 

Annars siga tey á løgregluni, at tað er fantastiskt, sum tey málbera seg, at markið fyri at koyra rúsdrekkakoyring, er lækkað niður í 0,2 promillu.

 

Áður var tað 0,5 promillu, men tað elvdi til, at bilførarar freistaðust at seta seg at rokna út, hvussu nógv, teir toldu at drekka. Kundu teir drekka tveir pilsnarar, ella kundu teir drekka eina gulløl? Og so kundu teir sita og hyggja at klokkuni, og taka tíð fyri, nær teir so kundu drekka eina øl afturat.

 

Tíverri hendi tað seg so mangan, at roknistykkið gekk ikki upp, og at promillan var hægri enn bilførarin hevði roknað seg fram til, og so fall hamarin.

 

Men, nú er promillan so sett niður í 0,2, og nú vita bilførarar, at tað er knívskorið, og at tað ber ikki til at drekka nakað sum helst.

 

Hagtølini hjá løgregluni vísa eisini, at sum heild verða færri tikin fyri rúsdrekkakoyring nú, enn tað vóru fyrr. Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at tølini svinga, eitt nú, kann tað vera ymiskt, hvussu nógvar kanningar, løgreglan ger tey ymsu árini. Men ferðslukanningar er eitt arbeiðsøki, løgreglan brúkar nógva tíð upp á.

 

Samstundis ger Ráðið fyri Ferðslutrygd nógv burtur úr at upplýsa um vandan við rúsdrekkakoyring og leggur nógva orku í at steðga tí.

 

Men sum heild er gongdin tann, at rúsdrekkakoyring er ein minkandi trupulleiki.

 

Tølini niðanfyri vísa, hvussu nógvir bilførarar eru tiknir fyri rúsdrekkakoyring hesi seinastu 13 árini, frá 2002 til 2014:

 

2002: 159 bilførarar

2003: 194 bilførarar

2004: 168 bilførarar

2005: 160 bilførarar

2006: 179 bilførarar

2007: 199 bilførarar

2008: 165 bilførarar

2009: 140 bilførarar

2010: 99 bilførarar

2011: 115 bilførarar

2012: 126 bilførarar

2013: 117 bilførarar

2014: 105 bilførarar