Løgreglan er nógv úti um seg at kanna ferðsluna á vegunum, og tað er næstan ikki dagur, at ferðkanningar ikki vera gjørdar á onkrum - ella fleiri - vegastrekkjum.
Soleiðis var eisini tíðliga í gjárkvøldið, tá ferðmátingar vórðu gjørdar Millum Fjarða og á Oyndarfjarðarvegnum.
Á vegastrekkinum Millum Fjarða hava fleiri bilførarar fingið bøtur, og tað eru teir, sum eru máldir at koyra so mikið skjótt, at neyðugt hevur verið við nýggjari koyriroynd.
Men, í gjár gekk ferðslan eftir øllum at døma rímiliga væl á hesum vegastekki, og sambært vaktleiðaranum í morgun var tað bara ein bilførari í hesum kanningum, sum varð máldur at koyra ov skjótt.
Og hesin koyrdi eisini alt ov skjótt á Oyndarfjarðarvegnum.
- Umframt at fáa eina bót, missir hesin bilførarin eisini koyrikortið treytað, sum merkir, at viðkomandi noyðist upp til nýggja koyriroynd, visti vaktleiðarin at siga í morgun.