Bilførari í Eysturoy koyrdi við kenning

Løgreglan kannaði skeinkistøð í Havn, Eysturoy og í Suðuroy í nátt, men her vísti alt seg at vera í lagi.

Undanfarna nátt var ikki hin buldrasligasta hjá løgregluni. 

 

Í Eysturoy varð ein bilførari steðgaður, sum vísti seg at hava ov nógv av alkoholi í blóðinum.

 

Blóðroynd er eisini tikin, og tað er greitt, at bilførarin stendur til at missa koyrikortið.

 

- Vit vóru úti og steðgaðu nøkrum bilum í nátt, og her vísti tað seg, at hesin eini bilførarin hevði drukkið.

 

Vaktleiðarin visti annars í morgun at siga, at skeinkistøð í Havn, Eysturoy og í Suðuroy vórðu kannað í nátt.

 

- Alt vísti seg at vera í lagi, og eingi mál vórðu skrivað, sigur løgreglan.