Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Sundi.
Løgreglan sigur, at tað var bara tann eini bilurin og bilførarin, sum var partur av óhappinum.
- Bilførarin var einsamallur í bilinum, sum var farin út av vegnum.
Sambært løgregluni varð bilførarin fluttur á Landssjúkrahúsið, og bilurin gjørdist vrak.
- Vit vita ikki, hvussu bilførarin hevur tað, men vónandi hevur hann tað hampiligt eftir umstøðunum.
Sum skilst, hevur løgreglan ongan illgruna um, at bilførarin, sum fór út av vegnum á Sundi, var ávirkaður.