Í nátt steðgaði løgreglan einum bilførara í Eysturoynni. Talan var um eitt vanligt eftirlit, men tá ið løgreglan tosaðu við bilføraran, fingu tey illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt.
Tað vísti seg ikki at bilførarin hevði drukkið rúsdrekka, men neyvari kanningar vísti at hann var ikki edrúur kortini, tí hann var ávirkaður av øðrum evnum. Tískil er hann nú skuldsettur fyri at koyra bil ávirkaður av heilivági ella rúsevnum. Tað vísti seg eisini, at bilførarin hevði heldur einki koyrikort so ein revsing fyri tað verður løgd oman á.
Tað er líka ólógligt at koyra bil ímeðan ein er ávirkaður av rúsevnum ella heilivági, sum tað er at koyra ávirkaður av rúsdrekka.
Á nógvum heilivági stendur eisni ein ávaring um, at tað kann vera vandamikið at koyra bil eftir at hava tikið heilivágin.
|