Bilførari skuldsettur fyri skilaleysa koyring

Tað hendir ikki so sjáldan, at løgreglan fær fráboðanir frá fólki um, at onkur bilførari uppførir seg øðrvísi, enn vanligt er undir koyring.

 

Tvær slíkar fráboðanir hevur løgreglan fingið seinasta samdøgrið.

 

Í tí eina førinum vísti alt seg at gera í lagi, men í einari aðrari hending um 05-tíðina í nátt er ein ungur bilførari skuldsettur fyri ikki at koyra eftir forskriftunum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í hesum førinum var tað ein bilførari, sum meldaði, tí hesin helt, at førarin í einum øðrum bili gjørdi løgnar yvirhálingar og koyrdi við nógvari ferð.

 

Talan var eisini um koyring í bygdum øki.

 

- Í slíkum føri fáa vit ofta fráboðanir um, at koyrt verður yvir skákateigar, og at førarin annars uppførir seg øðrvísi á vegnum, enn vanligt er undir koyring.

 

Løgreglan sigur, at í hesum førinum var talan um ein bilførara, sum hevði havt koyrikortið í eini tvey ár, og hann er nú skuldsettur fyri skilaleysa koyring.