Bilførarar vildu sleppa at blása

Løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt

Í hesum døgum er stóri G-festivalurin í Gøtu har rættiliga nógv fólki eru komin saman – men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. Á miðdegi í gjár kannaði løgreglan bilførarar sum koyrdu til og frá festivalinum, men teir vóru allir edrúir.

 

Men løgreglan sigur, at í hesum sambandi vóru tað fleiri bilførarar, sum fóru til løgreglufólkini at spyrja um teir ikki kundu sleppa at blása í alkometrið, tí teir høvdu verið á festivali um náttina og ivaðust í um teir vóru koyriførir aftur. Og tað vóru tað nakrir, sum ikki vóru, og teir fóru so heldur ikki í bilin.  

 

Annars fekk ein bilførari 1500 krónur í bót fyri at koyra 100 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har var loyvt at koyra 80. Og somuleiðis steðgaði løgreglan trimum bilførarum, tí tey høvdu fingið boð frá fólki um, at koyringarlagið var eitt sindur alternativt, men teir vóru allir edrúir.

 

Ein bilførari bakkaði á ein bil, men fór av staðnum uttan at siga frá. Men bilførarin á bilinum, sum fekk skaða, sá nummarplátuna og boðaði løgregluni frá, so bilførarin, sum bakkaði á, fær eina bót fyri ikki at røkja sínar skyldur í samband við ferðsluóhapp. Bótin fyri tað er 1000 krónur.