Løgreglan er enn einafrð farin undir eitt miðvíst átak ímóti bilførarum, sum ikki halda lógina.
Í hesum átakinum verður serligur dentur lagdur á taka bilførarar, sum tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyra bil.
Átakið er gjørt í samstarvi við Ráðið Fyri Ferðslutrygd og tað verður gjørt samstundis sum Ráðið fyri Ferðslutrygd er í holt við átakið ímóti gáloysni í ferðsluni.
Kar Leonsson, løgreglumaður, sigur, at átakið verður um alt landið í eina rúma tíð framyvir.
Og at tað eru nógvir bilførarar, sum ikki halda lógina á hesum øki, ber rúgvan av bótum boð um.
- Upp á tveir dagar hava vit longu skrivað 25 bøtur til bilførarar, sum eru tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyra bil, sigur hann.
Bótin fyri hetta lógarbrotið er 500 krónur.