Bilførarar skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

- Annar varð tikin á Vestmannavegnum, og hin varð tikin í Havn, sigur løgreglan.

 

Í gjár tók løgreglan tveir bilførarar, sum báðir eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Annar varð tikin beint fyri klokkan 10 gjáramorgunin oman fyri Vestmanna, og hin varð tikin nakað eftir klokkan 19.30 í Havn.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í báðum førum vísti mátarin hjá løgregluni, at bilførararnir koyrdu ávirkaðir. Blóðroynd er eisini tikin, sum verður avgerandi fyri, hvussu málini verða avgreidd.

 

Eitt ferðsluóhapp var á Vestmannavegnum gjáramorgunin, men løgreglan sigur, at bilførarin, sum varð tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring um hesar leiðir, einki hevði við ferðsluóhappið at gera.

 

Løgreglan hevur annars verið úti um seg í Eysturoy og Norðoyggjum í nátt, og her vórðu eitt nú skeinkistøð kannað. Alt vísti seg at vera í lagi, og eingi mál vórðu skrivað, verður lagt aftrat.