Í gjár gjørdi løgreglan umfatandi ferðslukanningar á tveimum vegastrekkjunum mitt í Havnini. Og sum vit skrivaðu fyrr í morgun, vóru tað fleiri bilførarar, sum fingu bót.
Les meiri her: Hjá trimum bilførarum var hetta ein serliga dýrur dagur
Men eitt, løgreglan somuleiðis leggur merki til, er, at hóast tað er sera hált at koyra við bæði kava ov ísi, eru tað eisini bilførarar, sum koyra við summardekkum, ella dekkum, sum eru heilt uppslitin.
Tey, sum koyra til og frá arbeiði, siga, at ferðslan gongur við sniglaferð og ein orsøk til tað er, at bilførarar koyra seg fastar.
Tað er altíð ólógligt at koyra við dekkum, sum eru ov illa slitin. Men harumframt eru reglurnar, at frá 1. desembur til 1. apríl, er tað beinleiðis ólógligt at koyra við summardekkum, tá ið tað er hált og kavi.
Sostatt er tað ikki loyvt at koyra við summardekkum tí veðrinum, sum tað eru beint nú, og bótin fyri at gera tað er 1000 krónur.
Fyri vanligar persónbilar merkir hetta í roynd og veru, at tá ið tað er kavi og hált, skal bilurin hava vetrardekk, sum eru merkt við “M+S”, “MS”. M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”. Mynstrið skal vera minst tríggjar millimetrar djúpt.
Tað er eisini loyvt at koyra við píkadekkum, men tá skulu øll dekkini vera píkadekk. Samstundis stendurí lógini, at talið á píkum á dekkinum, sum hevur flest píkar, má ikki vera meiri enn 25 prosent størri enn talið á píkum á tí hjólinum, sum hevur fægst píkar.