Seinnapartin fríggjadagin var løgreglan á ferð í Eysturoy.
Her vórðu nakrir bilførarar vórðu steðgaðir og kannaðir fyri møguliga rúsdrekkakoyring.
Hóast hetta var á alljósum degi, høvdu tveir bilførarar eftir øllum at døma leskað sær við rúsdrekka.
Vaktleiðarin visti gjáramorgunin at siga, at tá bilførararnir vórðu bidnir at blása í alkometrið, sló tað út.
Teir eru nú skuldsettir fyri at hava koyrt ávirkaðir.
- Blóðroynd er eisini tikin, sum verður avgerandi fyri revsingina, visti vaktleiðarin at siga gjáramorgunin.