Bilførarin bleiv burtur

Ein bilur fór av vegnum í nátt, men tað eydnaðist ikki løgregluni at finna bilføraran. Um eitt tíðina í nátt varð ein stórur hvítur vøruvognur funnin við síðuna av vegnum undir Sandvíkahjalla.

Løgreglan kom á staðið, men ongin bilførari var at finna.

? Vit vóru við hundi og leitaðu, men sporini blivu burtur uppi á Sandvíkahjalla, staðfestir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Hon leggur afturat, at løgreglan hevur ringt til eigaran av bilinum og fekk at vita, hvør var førari í bilinum í gjár.

Men tað eydnaðist framvegis ikki løgregluni at finna viðkomandi, og tí ber ikki til at siga, hví bilurin fór av vegnum.

- Men tað er greitt, at hann var farin í skeiva síðu, áðrenn hann fór av vegnum, staðfestir løgreglan, sum tó ikki vil siga nakað um, hví bilførarin kann vera rýmdur frá hvíta vøruvogninum.