Um middagsleitið í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar Millum Fjarða í Eysturoy, har seks mál vórðu skrivað. Fýra av bilunum koyrdu oman fyri 100 kilometrar um tíman, harav ein av bilunum varð máldur at koyra 111.
- Tá tú koyrir skjótari enn 110 kilometrar um tíman, gevur tað klipp í koyrikortið og eina hampiliga bót. Er einki klipp frammanundan, fellur klippið burtur eftir trimum árum, um viðkomandi ikki brýtur ferðslulógina í hesum tíðarskeiði.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn vísir á, at klippini skjótt kunnu gerast trý, um illa vil til. Trý klipp innan trý ár merkir treytaða frádøming av koyrikortinum, og tá noyðist bilførarin upp til nýggja koyriroynd, um viðkomandi ikki skal noyðast av við koyrikortið.
- Trý klipp kunnu koma upp á onga tíð, um ferðslulógin ikki verður hildin. Tú kanst fáa eitt klipp ein dag fyri ov nógva ferð, og verður tú steðgaður dagin eftir - ella ein annan dag - aftur við ov nógvari ferð og barni í bilinum, sum ikki situr íbundið, hevur tú longu trý klipp.
Vaktleiðarin vísir á, at løgreglan seinni í gjár eisini máldi ferð í Norðoyatunlinum, og her vórðu tvey mál skrivað, tá tveir bilar vórðu máldir at koyra ávikavist 100 og 103 kilometrar um tíman. - Hesir bilførararnir fáa eisini bót fyri at hava koyrt ov skjótt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.