Bilførarar skundaðu sær alt ov nógv

Nakrir av teimum hava helst ynskt sær eina betri jólagávu í ár

Í gjár varð løgreglan á ferð við ferðmátarunum og har komu tey fram á fleiri bilførarar, sum skundaði sær alt ov nógv. Millum Fjarða í Eysturoy vórðu seks bilførarar tiknir at koyra ov skjótt og teir koyrdu allir ímilum 106 og 122 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.

Teir fáa allir bót, men harumframt fáa fýra av teimum eisini eitt klipp í koyikortið fyri at hava koyrt ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, og tveir av teimum missa eisini koyrikortið treytað fyri at hava koyrt ímillum 111 og 130 kilometrar um tíman. Sostatt mugu teir taka koyrikortið um aftur. Annars er bótin ímillum 2.000 krónur og 2.500 krónur í part.

Eisini á Havnarleiðini varð ferðslan kannað og her fekk ein bilførari bæði bót og klipp í koyrikortið, Hann koyrdi 77,6 kilometrar um tíman á einum øki, har tað er loyvt at koyra 60.

Á vegastrekkjum, har hámarksferðin er sett niður í sambandi við vegagerð, ella bara av vanligum trygdarávum, krevst minni fyri at fáa klipp í koyrikortið. Tann, sum koyrir 16 kilometrar meiri um tíman, enn loyvt er, fær klipp í koyrikortið og tann, sum koyrir 21 kilometrar meiri enn loyvt er, má taka koyrikortið um aftur.