Seint í gjárkvøldið, beint fyri midnátt, kom ein bilførari koyrandi eftir Kaldbaksvegnum, men tá ið tey vóru komin inn um Sund, bóltaði ein stórur steinur oman á vegin, beint frammanfyri bilinum.
Bilførarin var tíbetur árvakin, og hann fekk akkurát snarað undan steininum. Bilførarin boðaði løgreglan frá, sum fekk skipað fyri, at steinurin varð fingin av vegnum aftur.
Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvussu stórur steinurin var, men hann var í hvussu so er so mikið stórur, at hann var ikki mannberandi, og tískil vórðu boð send eftir Landsverki, sum kom á staðið og fekk steinin burtur.
Men løgreglan sigur, at tá ið teir hugdu eftir, sóu tey, at har liggur rættiliga nógv leyst grót í brekkuni omanfyri vegin, so tey stúra fyri, at tað er bara ein spurningur um nær, hetta hendur aftur.
Tí eiga bilførarar, sum koyra henda vegin, at vera serliga ansnir og at hava eyguni við sær, tí tað er eyðvitað, at rakar ein steinur ein bil, kann rættiliga stórur skaði standast av.
Annars hevur verið rættiliga friðarligt í nátt. Løgreglan gjørdi nógv burtur úr at ansa eftir í nátt og tey siga, at tað var lítið fólk í býnum, og at alt var friðarligt.