Bilførarar skulu ansa sær í hálku í morgun

Fleiri bilar eru kannaðir í gjár tað fekk avleiðingar fyri tveir bilførarar

Tað hevur verið rættiliga hált summastaðni í nátt og tískil heitti løgreglan á bilførarar um at vísa varsemi.

Tað er liðið so mikið langt út á árið, at tað er ikki longur loyvt at koyr við píkadekkum, men tað er ikki ókent, at tað er hált hesa tíðina kortini. Í nátt var tað serliga á vegastrekkinum úr Hvalvík til Norðskálatunnilin, at tað var hált og har hendi eisini eitt óhapp, tá ið ein bilur gleið í bilaverjuna við rundkoyringina niðan ímóti tunlinum.

Summastaðni er eisini hált at koyra í morgun og í hesum sambandi ávarar Landsverk ímóti hálku á Oyndarfjarðarvegnum, um Gøtueiði, á Kambsdali á Velbastaðhálsi og í Vatnsoyrum.

Annars kannaði løgreglan ferðsluna í Eysturoy í gjár. 1. Mai skulu píkadekkini vera undan bilunum, og tað var eingin, sum varð tikin við píkum.

Harafturímóti varð ein bilførari tikin fyri at koyra beit yvir 70 kilometrar um tíman í bygdum øki í Saltangará, og tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri.

Í gjár varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at illgruni var um, at ein bilførari koyri ávirkaður av rúsdrekka.

Koyringarlagið var eitt sindur undarligt, og tá ið løgreglan steðgaði bilinum, kundu tey ikki ásannað annað, enn at illgrunin varð styrktur, so nú er blóðroynd tikin av bilføraranum.

Løgreglan sigur, at tað kemur meiri enn so fyri, at fólk ringja at boða frá, tá ið illgruni er um, at bilførarar koyra við kenning.