Bilførarar nokta at sleppa fartelefonini

Í sindur meira enn eitt ár hevur forboð verið at nýta fartelefon meðan mann koyrir, men henda lógin verður ikki vird, sigur løgreglan

 

Nýggja ferðslulógin sigur, at "førari av akfari má ikki, meðan koyrt verður, brúka handhildna fartelefon." Soleiðis ljóðar lógin, ið bleiv samtykt 10. mai 2000 og kom í gildi 1. juli 2000, ið forbjóðar nýstlu av handhildnum fartelefonum, meðan koyrt verður.

Henrik Rubeksen frá politinum metir, at tað eru ov nógv, ið ikki virða hetta forboðið. Hann sigur, at nærum øll tosa í fartelefon, samstundis við at tey koyra. Sostatt kann mann siga, at forboðið ongan ávirkan hevur havt á fartelefonsnýstluna hjá fólki.

- Tað er óansvarlig at koyra soleiðis. Mann setir bæði seg sjálvan og onnur í vanda, sigur Henrik Rubeksen og mælir sostatt til, at fólk fáa sær tær sonevndu "headset" til fartelefonir, ið ger handaleysa fartelefonsnýstlu møguliga. Tað er samstundis ein av orsøkunum til, at fólk ikki virða forboðið, tí tey tíma ikki at gera sær tann ómak at keypa headset til fartelefonir.

Politiði handhevur hetta sum onnur mál. Verður ein tikin í at tosa í fartelefon, meðan hann koyrir, fær hann eina bót. Í serligum førum, sum t.d persónskaði og skaði á øðrum lutum, kann ein missa koyrikortið.


Minkar um konsentratiónina

Í 1996 gav Rådet for Trafiksikkerhedsforskning eitt álit út, har teir komu til til tí niðurstøðu, at nýstla av fartelefon, meðan koyrt verður, minkar um konsentrastiónsevni hjá føraranum og økir um reaktiónstíðina.

Tó eru eingi ítøkilig dømi um ferðsluóhapp, har í fartelefonir hava elvt til óhappið. Álitið mælir til, at førarar ístaðin fáa sær tær fyrrnevndu headset til telefonirnar. Eisini leggur hon upp til, at mann eigur at umhugsa, og møguliga forbjóða, onnur ting í møguliga kunnu minka um konsentratiónina, sum t.d royking og at tendra radio.


Ikki bert til ampa

Tað kann vera hent at hava eina fartelefon við úti í ferðsluni. Um t.d eitt bilóhapp skuldi komi fyri, so er fartelefonin eitt hent amboð at hava við sær.

Tað eru dømi um, at fólk við fartelefon, hava boða løgregluna frá um rúsdrekkakoyring. Tó skal mann eisini leggja sær í geyma, ikki at brúka fartelefonina óansvarliga, so at hon elvir til óhapp.