Tað hevur verið sera hált Millum Fjarða í skýmingini seinnapartin. Men tað hevur eisini verið hált aðrastaðni kring landið.
- Tí er skilagott, at ansa sera væl eftir, tá koyrt verður, sigur løgreglan.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein bilur, sum koyrdi Millum Fjarða, endaði úti í síðuni á vegnum og fór út av.
- Bilurin fór runt í fallinum, men tíbetur hendi eingin fólkaskaði.
Løgreglan veit at siga, at Landsverk er í holt við at salta vegir, men mælt verður bilførarum til at koyra varliga og ansa væl eftir, har vegirnir kunnu vera hálir.
Myndin er tilvildarlig.