Bilførarar á fyrstuhjálparskeið

Sum nakað nýtt skipar bilstøðin Bil í Havn fyri fyrstuhjálparskeiði fyri sínar bilførarar.

Hýruvognsførararnir hjá bilstøðini Bil hava nú allir tikið skeið í fyrstuhjálp. Tað er Kemm Poulsen, stjóri á bilstøðini Bil, sum er stigtakari til hesi fyrsthjálparskeið, sum verða gjørd í samstarvi við lívstryggingarfelagið LÍV. Skeiðini vórðu hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J.H.Schrøtersgøtu.


Kemm Poulsen sigur, at hýruvognsførarar koma í samband við nógv fólk. Teir koyra alt samdøgrið og eru ofta fyrstir á staðnum, tá okkurt er áfatt. Kemm heldur, at tað átti at verið eitt krav til tey sum arbeiða við flutningi av ferðafólki, at tey hava luttikið á einum fyrstuhjálparskeiði.


Skipað var fyri tveimum skeiðum. Fyrsta skeiðið var mikudagin 14. og hósdagin 15. apríl, og seinna skeiðið var mikudagin 21. og hósdagin 22. apríl. Tilsamans 48 bilførarar og starvsfólk á bilstøðini Bil luttóku á hesum skeiðum


Instruktørur á skeiðnum var Gunnar Hjelm frá Suðuroyar Skeiðstænastu.