Bileigarar rinda 360 milliónir í landskassan

Men tað er lítið afturímóti, hvat bileigarar í okkara grannalondum, rinda

Í ár fær landskassin 360 millónir krónur í inntøku frá teimum, sum eiga bil, ella sum keypa sær bil í ár.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvussu nógv landskassin fær í inntøku frá teimum, sum eiga bil, og hann vil eisini vita, hvussu nógv verður brúkt til at halda vegir, tunlar, og brýr.

 

Jørgen Niclasen hevur fleiri ferðir ført fram, at landið krevur nógv meiri inn frá bileigarum, enn upphæddina, sum verður brúkt til at halda vegir, tunlar og brýr.

 

Serliga hevur hann brúkt hetta, nú han hevur talað fyri, at bummgjaldið í Vágatunlinum skal takast av, samstundis sum Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, stúrir fyri, at hendir tað, fær Landsverk ikki nóg høga játtan til at halda tunnilin.

 

Kristina Háfoss sigur, at í ár fer landskassin at fáa 145 milliónir í kassan í skrásetingargjaldi av nýggjum bilum. Landskassin fær eisini at fáa 107 milliónir krónur í vektgjaldi og 108 milliónir í mvg, og øðrum avgjøldum, av bensini og diesel.

Tilsamans fær landskassin sostatt 360 milliónir í inntøku frá teimum, sum eiga bil.

 

Hinvegin fær Landsverk 42,8 milliónir krónur til at halda vegir, tunlar og brýr, men av teimum verða 10 milliónir brúktar til kavarudding og fimm milliónir verða brúktar til fyrisiting, ferðsluteljingar, tilrættisleggingar, og annað.

 

Sostatt eru 27 milliónir eftir til at halda sjálvt veganetið fyri. Harafturat verða 76,2 milliónir játtar til at gera nýggjar landsvegir fyri.

 

Men Kristina Háfoss sigur, at avgjøld, sum verða goldin í landskassan, eru ikki markað til ávís endamál og tí ber ikki til at siga, at alt, sum bileigarar rinda í avgjaldið, partú skal brúkast aftur til at halda og gera vegir fyri.

 

Skulu tey ymsu avgjøldini markast til ávís endamál, hevði landskassin skjótt verðið ein rúgva av smáum "sigarkassum" og tað er ein skipan, Kristina Háfoss mælir frá at fara undir.

 

- Avgjøld eru ein týðandi partur av landsins inntøkum, og tey eru við til at tryggja, at landið kann fíggja sínar tænastur, uttan at lønarskatturin gerst ov høgur, sigur Kristina Háfoss.

 

 

Les eisini: Tað skal merkjast á pengapunginum

 

 

- Eisini eru vert at hava í huga, at samanborið við grannalondini, eru avgjøldini á akfør og brennievni, ikki høg í Føroyum, leggur hon afturat.