Bileftirlitið gjørt fleiri broytingaruppskot til ferðslulógina

Stjórin á Bileftirlitinum, Jákup Jacobsen, harmast um at einki stóð um ferðslu og ferðslutrygd í nýggja samgonguskjalinum. Serliga við atliti til at null-hugsjónin ætlandi skuldi koma fyri løgtingið í januar, um ikki val bleiv útskrivað í januar

Ferðsla og ferðslutrygd er nakað sum viðkemur øllum borgarunum í landinum bæði teimum sum ganga og tey sum koyra, so tað harmaði stjóran á Bileftirlitinum, Jákup Jacobsen, ikki sørt, at einki bleiv nevnt um hetta øki í samgonguskjalinum, tá nýggja landstýrið tók við.

Jákup sigur, at Bileftirlitið í sambandi við arbeiðið í ráðgevandi ferðslubólkinum, sendi Vinnumálaráðnum fleiri broytingaruppskot til verandi ferðslulóg. Uppskotini mema við fleiri ymiskar partar í ferðslulógini sum t.d. hvussu álvarslig ferðslulógarbrot skulu revsast, aldursmark til prutl og motorsúkklur, trygdarbeltir og víkiskyldur.

Í uppskotunum verður m.a. víst til at danska fólkatingið við lóg hevur samtykt koyriforboð fyri persónar, ið innan fyrstu tvey árini fremja álvarslig lógarbrot, ið vildu ført við sær treytaða frádøming av koyrikortinum. Persónurin verður mettur sum um hann ongantíð stóð koyriroyndina og koyrikortið verður tikið aftur, so skjótt dómur er fallin, ella viðkomandi hevur viðgingið seg sekan. Harumframt verður kravd serlig koyrifrálæra áðrenn nýggja koyriroynd.

Fólkatingið hevur somuleiðis við lóg samtykt herda revsing við møguleika fyri fongsli upp til 1 ár fyri álvarsom ferðslulógarbrot, sum føra við sær treytaleysa frádøming, har førarin við vilja hevur volt skaða á annan persón ella lut.

Bileftirlitið heldur, at ítøkilig heimild eigur at verða fingin til at frádøma koyrirættin hjá førara, ið koyrir akfar við slíkari ferð, at hann við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí.

Stórt fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini eigur umframt verandi ásetingar, í øllum førum at vera tá førari t.d. brýtur hámarksferðina við t.d. meira enn 100 prosent.

Uppskot er eisini sent til landsstýrismann um klipp í koyrikortið, t.v.s. at um ein bilførari hevur gjørt nøkur lógarbrot og fingið t.d. trý klipp í koyrikortið innan tvey ár, skal viðkomandi upp til eftiransandi koyriroynd.

Max 45 km/t til 16 ára gomul á prutli

Sambært galdandi ferðslulóg, er aldursmarkið 16 ár fyri koyrikort til prutl. Aldursmarkið til lítla motorsúkklu (max. 45 km/t) er 18 ár og kravið er koyrikort til motorsúkklu ella bil.

Skotið verður upp, at prutl ið ikki koyrir skjótari enn 30 km/t, verður skilmarkað sum "lítið prutl" og at aldursmarkið verður lækkað til 15 ár, og at skipað verður fyri veruligari koyrifrálæru til lítið prutl, tvs. bæði ástøðiligari og verkligari koyrifrálæru, sum skal enda við einum skeiðsprógvi frá koyrilærara.

Skotið verður eisini upp, at tað sum í dag í ferðslulógini verður nevnt lítil motorsúkkla (max. 45 km/t), verður skilmarkað sum "stórt prutl" og at aldursmarkið verður lækkað til 16 ár, og at skipað verður fyri víðkaðari koyrifrálæru til stórt prutl, í mun til lítið prutl. Talan má vera um veruliga koyrifrálæru, tvs. bæði ástøðiliga og verkliga koyrifrálæru, sum skal enda við eini ástøðiligari og verkligari koyriroynd hjá Bileftirlitinum, áðrenn koyrikort kann verða givið.
Endamálið við at prutlini skulu hava loyvi at koyra max 45 km/t er, at tey skulu falla natúrliga inn í ferðsluna og ikki sum nú, tá tey meira hindra ferðsluni.

Í uppskotinum til nýggja koyrikortkunngerð verður lítil motorsúkkla skilmarkað sum motorsúkkla sum hevur eina motororku uppá í mesta lagi 34 hk. Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til lítla motorsúkklu er 18 ár.

Í uppskotinum til nýggja koyrikortkunngerð verður stór motorsúkkla skilmarkað sum motorsúkkla við meira enn 34 hk. Kravið til aldur til stóra motorsúkklu er at viðkomandi er fyltur 21 ár.

Sambært ferðslulógini skal førari av motorsúkklu og prutli og øll ferðandi, sum eru fylt 15 ár nýta fastpentan fallhjálm meðan koyrt verður.
Sostatt er onki krav um fallhjálm fyri koyring á súkklu, sjálvt um ferðin á súkklu saktans kann liggja væl oman fyri 30 km/t, og skaðin ið stendst av einum falli á súkklu, kann vera minst líka álvarsamur, sum fyri tann, ið dettur við prutli. Til dømis í Íslandi verður kravt, at førari av súkklu eisini hevur fastspentan fallhjálm, meðan súkkla verður..

Trygdarbelti til øll ferðandi

Sambært útgerðarkunngerðini og stakfyriskipanum fyri akfør, eru allir persónbilar, ið verða skrásettir, útgjørdir við trygdarbeltum, bæði á framsetrum og baksetrum. Sambært § 42 í ferðslulógini er meginreglan, at trygdarbeltið skal nýtast av tí persóni, sum situr í setrinum , um hetta hevur trygdarbeltið. Ferðandi á baksetrinum í bilum skulu, um sæti við trygdarbelti er tøkt á baksetrinum, nýta hetta sæti.

Vit hava dømið um ferðsluvanlukku fyri nøkrum árum síðan oman fyri Kvívík, har persónbilur við átta ferðandi fór útav á náttartíð. Fleiri fingu skaða, men skaðin kundi verið nógvar ferðir størri, um illa vildi til.

Skotið verður tí upp at áseta mesta tal av ferðandi, svarandi til hvussu nógv setur/trygdarbelti eru í bilinum.

Sambært galdandi reglum, er onki sum forðar fyri, at ferðandi kunnu vera í vørurúminum á vørubili ella lastbili. Bert mugu setur ikki vera aftan fyri avskildringina. Bileftirlitið heldur, at her manglar ein víðkan av reglunum, soleiðs at ongin persónur heldur kann vera aftan fyri avskildringina í vørubili.

Víkiskyldur

Í donskum ferðslurætti finnast tveir hættir av víkiskyldu, nevniliga treytaleys víkiskylda og høgra víkiskylda. Í føroyskum ferðslurætti eru tríggir víkiskylduhættir, nevniliga: treytaleys víkiskylda, høgra víkiskylda og skerpað vanlig víkiskylda.

Bileftirlitið hevur skotið upp at ráðgevandi ferðslubólkurin heitir á landsstýrið um at taka av ásetingina um skerpaða vanliga víkiskyldu og áleggja vegamyndugleikunum, har hetta ikki er gjørt, at merkja vegirnar samsvarandi kunngerð um merking av vegum.

Jákup Jacobsen vónar, at uppskotið til samtyktar um null-hugsjónina og um broytingar í ferðslulógini koma fyri tingið í næstum, og at vit fáa eitt aðalorðaskifti um ferðslu, sum síðani kann verða grundarlag undir ferðslupolitikkinum í framtíðini.