Bilbumba í Århus

Fleiri bilar fingu skaða og nógvir rútar fóru í knús, tá ein bilbumba brast á einum parkeringsplássi í Århus í morgun. Eingin fólkaskaði er tó fráboðaður. Tað var klokkan 7 í morgun, at ein bumba brast í einum bili í norðurårhus á einum parkeringsplássi á P.O. Pedersens Vej 1.

Danmarks Radio skrivar, at 22 rútar í økinum fóru í sor og at einir fimm til seks bilar hava fingið skaða av bumbuni. Sambært løgregluni er tó eingin persónsskaði.

Bumban var í einum bili - einum reyðum Audi, og eldur kom í, tá eigarin setti bilin í bakkgervi. Eigarin av bilinum fekk tó ongan løst av brestinum.

Sambært Danmarks Radio er tað ein íbúgvi á Pension Skejby, sum er ein útslúsingarstovnur undir donsku kriminalforsorgini, sum eigur bilin. Talan er um ein 42 ára gamlan fyrrverandi Hells Angels rokkara.

Løgrreglan hevur verið úti og byrgt økið av og eru farnir undir víðari kanningar, sigur Ole Madsen, sum er politiinspektørur hjá løgregluni í eysturjyllandi við DR.