Í minsta lagi 82 fólk eru deyð og 200 eru løstaði eftir eitt yvirgangsálop í irakska høvuðsstaðnum Baghdad. Islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri álopið.
Hóast felagsskapurin er undir hørðum trýsti og hevur mist stórar partar av landaøkinum, ið felagsskapurin ráddi yvir, so hevur hann gjørt vart við seg síðstu mánaðirnar við at fremja fleiri stór yvirgangsálop. Álopið í Baghdad er tað seinasta í eini langari røð av álopum á høvuðsstaðin, men er higartil tað, ið hevur kravt flest mannalív.
Álopið varð framt við einari bilbumbu, ið sprongdist nærhendis eini matstovu og sølumiðstøð, har nógv fólk vóru samlaði í samband við Ramadan. Nakrar tímar seinni sprongdist eini onnur bumba í høvuðsstaðnum, ið kravdi fimm mannalív.
Álopið hendir í kjalarvørrinum av, at irakski herurin hevur endurtikið Falluja, ein av grannabýnum til Baghdad, ið leingi hevur verið undir stýrinum hjá islamska yvirgangsfelagsskapinum.